Tvær skrekkiligar søgur

Í bókini Tvær skrekkiligar søgur, sum er ætlað bæði ungum og tilkomnum, eru tvær stuttsøgur, ið báðar snúgva seg um sonevndar ræðslusjúkur - fobiir. Søgurnar eru ein námsferð í pørtum av sálarfrøðini, har høvundurin, William Smith, ger vart við, at vit í ov stóran mun verða stýrd av tilvildarligum hendingum og upplivingum, vit hava havt heilt tíðliga í lívinum. Við rámandi og stuttligum dømum úr djóraverðini, roynir høvundurin eisini at vísa á, hvussu vit miðvíst kunnu arbeiða okkum burtur úr hesum ræðsludýpi. Søgurnar í bókini eru Likkan, sum hevði hæddarskrekk og Kombikkið, ið hevði vatnskrekk og frásøgupallurin er øll tann føroyska náttúran.

Price: DKK 120,00
DKK 120,00
SKU: 9789991891460