Hvíta bókin

Hvíta bókin eftir íslendska høvundin Einar Már Guðmundsson er týdd til føroyskt. Í bókini eru 12 greinar, ið gera atfinningarsamar viðmerkingar til íslendsku fíggjar- og bankakreppuna, sum tók seg upp á heysti 2008. Carl Jóhan Jensen rithøvundur og skald hevur týtt Hvítu bókina til føroyskt. Bókin telur 188 blaðsíður.

Price: DKK 100,00
DKK 100,00
SKU: 9789991882628