Gagnligt lív

Er hugsandi, at Føroyar kunnu vera upprunastøð fyri eirindaleysum, ráum handli við lívgøgnum?
Í krimisøguni ‘Gagnligt lív’ hendir tað óhugsandi.
Hvalastøðin við Áir er vorðin umbygd til altjóða privat­hospitalið Vita Hospital, ið er støð fyri eirindarleysum og kyniskum handli við lívgøgnum, ið verða tikin úr 8-12 ára gomlum børnum. Børnini verða rænd í eysturasiatiskum menn­ing­arlondum og førd til Vita Hospital við Áir, har lívgøgnini verða tikin úr. Tey gøgnini, ið ikki verða trans­planterað til útlendsku sjúklingarnar á privathospitalinum við Áir, verða seld múgvandi fólki um allan heimin.
Lokabragdið verður avdúkað, tá ið Magnus Arnstein narkosulækni, og danska kona hansara Lisbeth, ið er sjúkrarøktarfrøðingur, varnast, at løgnar hendingar fara fram á privathospitalinum við Áir, har tey bæði starvast.
Høvuðsevni í bókini er samvitskuleysa nýtslan av børnum úr menningarlondum, men eisini etiskt-moralski spurn­ing­urin í sambandi við trans­plantatión av lívgøgnum, gongur sum reyður tráður í hesari skakandi og spennandi skaldsøguni.

Mál: føroyskt
Høvundur: William Smith
Utgevari: Forlagið i Støplum

Price: DKK 140,00
DKK 140,00
SKU: 978999189148X