Kyrri og Lóa

Upprunalig føroysk søga til børn og ung eftir Jonnu Ó. Poulsen. Søgan um Kyrra og Lóu er ein skemtilig stuttsøga, sum er ætlað børnum og ungum, serliga teimum, sum eru forvitin og kanska eitt sindur djørv eisini. Søgan er um Kyrra, sum flytur inn í býin Brimvík saman við familju síni og stórabeiggjanum Geira, sum bara hugsar um gentur. Kyrri møtir Lóu, sum býr í grannahúsinum, og tey gerast bestu vinfólk og floksfelagar. Søgan er um ymiskt gerandis, sum ungdómar møta og stríðast við í lívinum. Tað, at síggja gott út, at verða forelskaður, samstundis sum ymiskt býtt verður gjørt. Kyrri hevur tó sínar heilt egnu meiningar um, hvussu hesi ymisku viðurskiftini áttu at verið greidd.

Price: DKK 160,00
DKK 160,00
SKU: 9991877013