Listin 2010

Listin 2010 inniheldur tekstir í úrvali av einasta miðli, sum burturav fæst við list og listaummæli á høgum støði, nevniliga einum internetbloggi. Ein vaksandi ónøgd við vantandi raðfestingina av lista- og mentanartilfari í fjølmiðlunum førdi til, at Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen tóku stig til listabloggin, har tær dagliga skriva um ymisk listarlig viðurskifti, eins og onnur listaáhugað fáa orðið. Tað tykist sum tørvur er á listkunning og listkjaki. Listin 2010 umrøður almenningar prýðinar, armslongdarregluna, um hvør skal stýrast listini (serfrøðingar, palleba ella embætisfólk og politiskar), um hvat list er fyri nakað, og hvørt ein húkur kann vera list. Umframt kjak um list og mentan eru í Listin 2010 bæði myndir, tekstir og yrkingar eftir ungum og eldri listafólkum. Høvundar: Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen Kápumynd: Hanni Bjartalíð Prentgerð og layout: Gramar Prent: Føroyaprent ISBN 978-99918-826-2-8

Price: DKK 180,00
DKK 180,00
SKU: ISBN 978-99918-826-2-8