Andlit

Forsíðan av skaldsøguni Andlit eftir Bjarna Bjarnason

Skaldævisøgan "Andlit" eftir íslendska høvundan Bjarna Bjarnason kemur út 20. november á føroyskum í týðing eftir Carl Jóhan Jensen.

Bjarni Bjarnason (f. 1965) telist millum bestu samtíðarhøvundar í Íslandi. Hann hevur seinastu tjúgu árini givið út yrkingasøvn, skaldsøgur, ritroyndir o.a., men vakti av álvara ans við skaldsøguni Endurkoma Mariu (1996). Hann hevur fingið fleiri bókmentavirðislønir fyri avrik síni m.a. Bókmentavirðisløn Tómasar Guðmundssonar og bókmentavirðisløn Halldórs Laxness.

Skaldævisøgan "Andlit" er um uppvakrtrarárini hjá dronginum Högna Gullbrandssyni frá tí hann er óviti í 70-árunum til hann sum ungur maður fram undir aldamóti roynir at fóta sær sum undirjarðarskald og rithøvundur í Reykjavík.

Í bókini verður lesarin tikin við á eina ferð gjøgnum bókmentir, dreymar og rákaldan veruleika í fleiri londum: Íslandi, Føroyum, Svøríki og Onglandi.

Á leiðini er høvi at hitta eina ørgrynni av fyndiga lýstum mannskepilsum, bæði kall- og kvennkyns, alt frá ljótastu djevlum og fyllibyttum til yvirjarðlig góðdýr.

Bókin er innbundin og telur 260 síður.

Price: DKK 200,00
DKK 200,00
SKU: 9991877006